Kundatænasta: 308 708 /

Skjót levering

Góð kundatænasta

Ring á 308 708

Send okkum teldupost

Ofta settir spurningar

Hava tit ein handil, har man kann síggja møblar?

Vit hava bert handil á internetinum, og hava tí ikki ein fysiskan handil.

Hava tit allar møblanar á goymslu?

Nei flestu møblanar eru lagurførdir hjá okkara veitarum, sum eru ymiska staðni í Europa. Summar vørur, av okkara egna “Design by BOBO” hava vit tó á goymslu.

Nær er næsta útsølan ?

Vit hava valgt at hava fastar lágar prísir, í staðin fyri at hava útsølur sum flestu fysiskir handlar hava. Tú kanst tú róligt keypa møblar tá tað liggur fyri hjá tær, og ikki tá tilboð er. Soleiðis tryggja vit at øll fáa sama góða prís, óansæð um tað er januarútsøla ella ikki.

Geva tit avsláttur um man skal hava fleiri ting?

Vit hava valgt at prísseta okkara møblar so lágt sum gjørligt. Tað ger at øll fáa sama lága prís, óansæð um man skal hava nógv ella lítið, og um man dugir væl at forhandla avsláttur ella ikki. Um vit skuldu givið avsláttur, hevði verðið neyðugt at prísa vøruna hægri. Soleiðis meina vit at tað er mest fair.

Ber til at keypa við EAN nummar ? (Stovnar)

Ja tað ber bæl til sum stovnur at keypa við EAN nummar. Tá tú fer til kassan kanst tú velja EAN sum gjaldshátt, og minnast til at skriva EAN nummarið í rætta teigin. Hetta er bert til almennir og kommunalar stovnar. Um man sum privat persónur ger eina bílegging við EAN verður bíleggingin strikað.

Hvat geri eg um okkurt er galið við vøruni?

Tú setur teg bara í samband við okkum, og fortelur okkum hvat er galið. Tað er ein stór hjálp um tú kann senda eina mynd av tí sum er galið, so er lættari hjá okkum at skilja hvat er galið. Vit royna at loysa allar trupuleikar so skjótt sum til ber.

Ber til av heinta vøruna sjálvur?

Ja tað ber til at heinta vøruna tú hevur bílagt á okkara goymslu. Um tú velur avheintan við kassan, fært tú ein teldupost tá vøran er klár at heinta.

Hvussu langa svartíð kann eg vænta á einum telduposti?

Vit royna at svara allar fyrispurningar innan 24 tímar gerðandisdagar.

Um tú hevur tørv á einum skjótari svari enn hetta ber til at skriva til okkum á messenger ella ringja til okkum á telefon millum 9 og 16.

 

Til top

Er du fra Danmark?

Besøg vores danske side i stedet

Shop nu