Skjót levering

Samlaðan prís við MVG

Ring á 308 708

Send okkum teldupost

Handilstreytir

Prísir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskila. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum ella útgingnum vørum.

 

Gjalding

Bíløgdu vørurnar gjaldast elektroniskt við Dankorti, við bankaflyting ella við EAN til stovnar. Kortupplýsingarnar verða sendar bronglaðar millum kunda og BOBO.fo. Hvørki BOBO.fo ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum. Persónsupplýsingar (navn, adressa o.s.fr.) verða ikki bronglaðar. Upphæddin verður trekt av kortinum, tá vøran er á veg.

 

Umbýtingarrættur

Vøran kann umbýtast innan 14 dagar eftir levering, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt, tað vil siga í originalum óbrotnum innpakningi. Vøran kann býtast til reiðan pening, ella tú kanst býta um til aðra vøru. Tú skalt boða frá skrivliga við email á BOBO@BOBO.fo um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin. Um vøran ikki er í sama standi, sum tá hon var nýggj kann tað vera møguligt at fáa partvíst endurgjald, eftir hvørjum standi vøran er í.

Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi:

Tilgjørdar vørur eftir mát, so sum borðplátur til køk.

 

Reklamatión – Skaði ella feilur á vøruni

Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost. Tá feilurin er staðfestur kann vøran býtast til reiðan pening ella til nýggja vøru. Tú verður eisini biðin um at gera vart við hetta við levering av vøruni. Reklamatións rætturin fellur burtur eftir 24 mánaðar. Tú skalt senda okkum ein teldupost á BOBO@BOBO.fo og gjølla greiða frá hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatións rættin. Tá tú sendir vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. BOBO.fo rindar retur fraktina frá Føroyskari addressu, um skaðin er váttaður.

 

Trúnaður

Upplýsingarnir - navn, bústaður og t-postur - ið tú sendir til okkara verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana. Privatar upplýsingar verða ikki givnar víðari, undantak er tó um hetta er ísamband við levering av vøru. Privatar upplýsingar verða ikki seldar til 3.persón.

 

Cookies

Á BOBO.fo nýta vit cookies fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Hetta loyvir ávísum funkum so skipanin t.d. kann minnast hvat er í keypskurvini. Tú kanst til einhvørja tí sletta cookies á tínum kagara. Tað er ymiskt frá kagara til kagara, hvussu man ger hetta, men tað kanst tú lesa meiri um hjá veitarinum av tínum kagara.

 

Bílegging

Tá tú bíleggur á BOBO.fo fært tú sjálvirkandi eina ordraváttan senda við t-post. Hendan ordraváttan er ikki ein juridiskt bindandi avtala millum teg og BOBO.fo. Vit tilskila okkum rætt at strika ordran um villa er við prísinum, ella levering av vøru, ella um vøran er útgingin, og líkandi støður. Tá ið ordrin er endaliga avgreiddur, fært tú ein faktura sendandi við t-post, sum er ein bindandi avtala millum teg og BOBO.fo. Tú hevur møguleika at stovna ein brúkara hjá okkum. Á tann hátt ber til at fylgja við bíleggingini og finna fram gamlar bíleggingar. Hetta ger tað eisini nemmari um bíleggjast skal aftur. Tað er tó ikki ein treyt at stovna brúkara fyri at keypa á BOBO.fo

 

Samband
BOBO.fo
á Hjalla 35
FO-188 Torshavn
BOBO@BOBO.fo

tlf: 30 87 00

Til top

Er du fra Danmark?

Besøg vores danske side i stedet

Shop nu